VÆLKOMIN!

Special Olympics World Summer Games

Special Olympics World Summer Games vera settir í Athen 25. juni, og vit gleðast um, at vit kunnu luttaka á leikunum við 12 føroyskum ítróttafólki.

Her verður í stuttum greitt frá Special Olympics og leikunum, ið standa fyri framman:

ÍSB fekk limaskap í Special Olympics í ár 2000, og sama ár luttóku vit á Evropeisku leikunum, sum vóru í Hollandi. Síðan tá hava vit luttikið á tveimum heimsleikum. Special Olympics, sum hevur sínar røtur í USA, er ein vaksandi felagsskapur við íðkandi kring allan heim.

Felagsskapurin setir ítróttin í miðdepilin, men ljós verður eisini varpað á onnur umráði í lívinum s.s. útbúgving, skúli, heilsa, familja og vinir, og tað verður m.a. gjørt við ráðstevnum og fundum fyri politikarar, myndugleikar, foreldur og onnur avvarandi. Í Athen vera fleiri fundir og ráðstevnur av hesum slagi. Ein serlig skrá verður eisini fyri foreldur og avvarandi, umframt at tey sjálvandi fylgja við í ítróttakappingunum. Eisini úr Føroyum luttaka avvarandi til leikirnar í Athen.

Heilsukanning

Heilsa er eitt umráði, ið hevur stóran týdning eisini innan Special Olympics. Á leikunum fáa øll ítróttafólk møguleika at taka eina heilsukanning. Tað eru fysioterapeutar, tannlæknar, læknar og sjúkrarøktafrøðingar, ið taka sær av hesum partinum. Um neyðugt, fáa ítróttafólk eisini vegleiðing í, hvussu bøtast kann um heilsustøðan.

Host Town

Host Town (vertsbýrur) er ein fastur táttur av Special Olympics leikunum. Hvørt land fær ein vertsbý, sum tey vitja í tveir til tríggjar dagar. Í vertsbýnum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum, so gestirnir fáa kunnleika um landið og mentan teirra. Vertsbýurin skipar eisini so fyri, at ítróttafólkið fær møguleika at venja áðrenn leikirnir byrja.

Kappingin

Áðrenn farið verður undir at kappast, verða leikirnir settir á sama hátt, sum vit kenna tað frá Paralympisku Leikunum.

Kappingin er skipað soleiðis at øll kunnu vera við, tvs roynt verður at skipað fyri so javnbjóðis kappingum sum møguligt. Fyrst eru innleiðandi umfør á skránni, øll koma víðari í finalubólkar, sum verða styrkismettir alt eftir úrslitinum í innleiðandi umfarinum.  Í finalunum verður kappast um heiðursmerki, men øll tey, ið ikki fáa heiðursmerki, fáa eitt serligt heiðursband. Í hesum sambandi er vert at nevna, at tá vit skipa fyri kappingum her heima, brúka vit ofta leistin hjá Special Olympics. Tí tá kunnu øll vera við.

 Endahátíðin er síðsta tiltakið á skránni, og hon er merkt av veitslurómi, men hjá mongum er tað við sorgblídni, tí nú er tíðin komin at siga farvæl við Special Olympics vinir.

12 føroysk ítróttafólk luttaka á leikunum í Athen.