VÆLKOMIN!

Spennandi bocciakapping

Sunnudagin 14. desember varð skipað fyri vetrarkapping í boccia í badmintonhøllini í Havn. Luttakararnir vóru 27 í tali, og vóru íðkarar úr øllum Føroyum. Kappingin var ógvuliga tøtt, og týðiliga sást, hvussu støðið í boccia er hækkað síðani í fjør. Íðkararnir vórðu býttir upp í trý. Vaksin við rørslutarni, børn og ung við rørslutarni og menningartarnað. Tó vóru einans vaksin við rørslutarni meldaði til hesuferð, so bólkur 2 fall burtur.

Vinnararnir í vetrarkappingini í boccia 2008 vórðu hesir:

Bólkur 1. Vaksin við rørslutarni

1. Marius Johansen
2. Jógvan Telling
3. Jóanis Ziska

Marius streyk við sigrinum í dag, og sigast skal, at tað var ein stórsigur. Tøtt kapping var millum 3. og 4. plássið millum Jóanis og Dánjal Jákup Djurhuus, men hóast teir fingu líka nógv stig, hevði Jóanis betri málúrtøku og endaði tískil á 3. plássi.

Bólkur 3. Menningartarnað

1. Theodor Esmar Hansen
2. Valdemar Dam
3. Unn Mortensen

Finalan hjá teimum við menningartarni gjørdist ein sannur gysari, tá Theodor Esmar og Valdemar skuldu stríðast um gullið. Talan var bert um fáar millimetrar, men Theodor Esmar endaði sum sigursharri aftaná eina sera spennandi kapping.

Næsta kapping í boccia verður leygardagin 4. apríl í Runavík, tá kappast verður um FM-heitið. Boð eru komin frá landsliðsvenjaranum um, at FM-kappingin verður skipað í tveir bólkar hjá teimum menningartarnaðu.
1. deild varð úttikin í vetrarkappingini, og eru hesi:

Theodor Esmar Hansen
Valdemar Dam
Unn Mortensen
Ester Maria Poulsen
Elvin Weihe
Hentzia Mýrá
Jonhard
Joanna J. Poulsen

ÍSB takkar íðkarum, dómarum, hjálparfólkum og áskoðarum fyri eina stak góða og spennandi kapping!