VÆLKOMIN!

Spennandi FM-kappingar

Tað gleðir okkum at bjóða tykkum til árligu FM-kappingarnar í borðtennis, boccia og svimjing. Í ár vera kappingarnar í Havn og í Klaksvík, men vit vænta ítróttafólk úr øllum landinum, bæði tey, ið hava vant í fleiri ár og tey, ið nýliga eru byrjað. Dúgliga hevur verið vant í vetur, og tað verður spennandi at síggja hvussu leikur fer fram, tá tit hittast til dyst í næstum.

Kappingin í borðtennis verður 31. mars í fimleikahøllini á læraraskúlanum, tilmeldingarfreistin er 31. mars. Sí innbjóðin HER

FM-kappingini í Boccia verður í badmintonhøllini í Klaksvík 2. apríl, kl 13.00. Sí innbjóðingHER

Eins og undanfarin ár verður FM-kappingin í svimjing í Gundadalshøllini, og hon verður mikudagin 6. apríl. Sí innbjóðing HER.

Vælkomin at luttaka í kappingunum.