VÆLKOMIN!

Statoil og føroyska Special Olympics liðið

Komandi summar verður Athen karmur um stóru leikirnar Special Olympics World Summer Games. ÍSB sendir 12 føroysk ítróttafólk at luttaka í kappingini. Talan er um eina stóra kapping við eini 7.500 íðkandi úr øllum heiminum, ið kappast í 22 ymiskum greinum. Føroysku ítróttafólkini luttaka í boccia, frælsum ítrótti og svimjing.

ÍSB fegnast um, at Statoil vil vera við at stuðla føroyska liðnum, ið fer til Athen komandi summar. Samstarvsavtalan varð undirskrivað á fundi fríggjadagin 11.februar av Louisu A. Fjallsbak frá Statoil og Tóru Ø. Hansen, ítróttaráðgeva hjá ÍSB. Á fundinum varð tosað um leikirnar í Athen og fyrireikingarnar, ið longu eru farnar í gongd, so okkara ítróttafólk eru væl fyri, tá tey 21. juni fara til Grikkalands at kappast.