VÆLKOMIN!

Støðan í Athen

Special Olympics sigur í tíðindaskrivi at hóast spentu støðuna í Athen, so ávirkar hetta ikki leikirnir, sum í hesum døgunum er í býnum. Felagsskapurin sigur víðari at fyrireikararnir av leikunum hava samarbeiði við avvandandi myndugleikar viðvíkjandi trygdini hjá ítróttafólki, venjararum og hjálpararum. Kappingarnar ganga sum æltað, og ferðslan til og frá kappingarstøðunum er heldur ikki darvað av støðuni. Øll kappingarstøðini liggja uttanfyri miðbýin í Athen, sigur felagsskapurin at enda í tíðindaskrivinum.

Vit hava eisini frætt frá okkara ítróttafólki í dag, og tey hava tað øll gott, og har gongur alt sum tað skal.