VÆLKOMIN!

Stór undirtøka í Suðuroy

Ítróttasambandið fyri brekað skipaði fyri einum ítróttadegi í skúladeplinum í Hovi leygardagin 20 februar.

Sigast má, at suðringar tóku væl móti tiltakinum, tí nógv fólk møttu upp, hóast veðrið var heldur ivasamt.

Tey íðkandi sluppu at royna seg í ymiskum greinum innan frælsan ítrótt, hetta dámdi teimum væl, og tey fóru hugagóð til verka. Eftir at hava íðkað frælsan ítrótt í ein tíma, byrjaði møðin at merkjast, tá var gott at hvíla seg eina løtu og fáa okkurt leskandi. Eftir ein stuttan støðg, varð farið undir at spæla boccia, sum er eitt spæl, ið serliga er ætlað fólki við breki.

Foreldur og onnur áhugað vóru til fyrilestur, har m.a. Sirið Stenberg, heilsufrøðingur greiddi frá ágóðum við at íðka ítrótt. Hon legði dent á, at ítróttur/rørsla er mennandi bæði, fysiskt og psykiskt- eisini um ein ber brek.

Tóra Ø. Hansen, sum er ítróttaráðgevi hjá ÍSB, greiddi frá virkseminum hjá sersambandinum. Og at enda greiddi Anette Olsen frá sínum royndum,sum mamma at ungari gentu, ið íðkar frælsan ítrótt. 

Ein væl eydnaður ítróttadagur er at enda komin, og vit takka fyri okkum og gleða okkum til at hittast aftur.

Suðuroyar Sparikassi stuðlaði tiltakinum

Myndir frá degnum eru at síggja her