VÆLKOMIN!

Stórt familjutiltak

                                   Ítróttafelagið Smæran hevur í hyggju, at skipa fyri einum stórum tiltaki sunnudagin 15 apríl í 2012. Tiltakið verður í skúlanum á Løgmannabreyt,  frá kl. 14.00-17-00.

Nú er tað so, at vit ætla at varpa ljós á felagið og ítróttagreinir tess.  Vit umboða, sum nú er, borðtennis, svimjing, frælsan ítrótt & boccia.

Høvið verður at hitta limir og avvarandi teirra. Eisini verður boccia á skránni, eins og –fyri fyrstu ferð í Føroyum- minigolf, curling og  blása-píl.  Okkurt ábit, v.m fæst eisini.

 Alabogin fer at spæla nakrar tónar fyri okkum, og  hetta gleða vit okkum mikið til. J

Nevndin avgjørdi, fyri nakað tíð síðani, at geva ein faldara út til ymiskar stovnar, skúlar,v.m.

 Tískil hildu vit, hetta vera enn eitt gott høvið, eisini at vísa á hesa síðu av ítróttinum.

Luttøkugjaldi verður: Einstaklingar 50,- . Familjur 100,-.

Við vón um jaliga undirtøku og góða løtu saman, fara vit í nevndini, at ynskja øllum áhugaðum hjartaliga vælkomin til hetta tiltak!  Tiltakið er fyri øll!  J