VÆLKOMIN!

Stuðlafelagið ÍSB gav kr 70.000 til virksemi hjá ÍSB

Í gjárkvøldið hevði stuðlafelagið ÍSB aðalfund, áðrenn bingospælið ið tey halda hvønn týsdag í B36 húsinum.

Eini 60 fólk vóru á fundinum, og  handaði forkvinnan í stuðlafelagnum, Magdalena Johannesen, formanninum í ÍSB, Egga Jensen, eina rimmar peningagávu.

Heilar 70.000 kr eydnaðist tað stuðlafelagnum at savna í 2014.

Stuðlafelagið hevur næstan líka nógv ár á baki sum ÍSB, og hevur teirra stuðul øll árini verið ein sera týdningarmikil partur at tryggja virksemi hjá ÍSB

ÍSB takkar stuðlafelagnum og trúgvu bingofólkunum hjartaliga fyri stuðulin.