VÆLKOMIN!

Stuðlafelagið lat kr 40.000 í stuðli

Á árliga aðalfundinum hjá Stuðlafelagnum ÍSB lat stuðlafelagið stórfingna gávu.

Nógv fólk (mest kvinnur) vóru savnaði á árliga aðalfundinum hjá stuðlafelagnum ÍSB sum var týskvøldið 29. apríl í B36 húsinum.

Stuðlafelagið hevur verið virkið næstan líka leingi sum ÍSB, og er ein týðandi stuðul undir virkseminum hjá ÍSB
Stuðlafelagið hevur bingo nærum hvønn týsdag árið runt at savna pening.

Á aðalfundinum handaði formaðurin í stuðlafelagnum Magdalena Johannesen, Egga Jensen formanni í ÍSB kr 40.000,-

Jóhan Samuelsen nevndarlimur helt eina frálíka takkarøðu, har hann greiddi frá hvat peningurin fór til.
Eisini gav hann eina stutta søguliga frágreiðing av ÍSB og stuðlafelagnum.

ÍSB vil enn einaferð takka fyri stuðulin.