VÆLKOMIN!

Stuðulsrenning- og tú kanst vinna eina farteldu

Leygardagin 31 oktober skipar ÍSB fyri eini stuðulsrenning. Ítróttafólk hjá ÍSB fara at ganga og renna á Tórsbreyt henda leygardagin, byrjað verður kl 14.00.

Tað er SENTA, ið stuðlar tiltakinum og tey hava latið eina farteldu sum vinning. Tú kanst lesa meira um fartelduna her.

Øll, ið stuðla, er samstundis við í dráttinum um fartelduna.

Íðkarar, ið hava hug at luttaka, eru vælkomin at seta seg í samband við skrivstovuna fyri at hoyra nærri. Hiðani vilja vit heita á tykkum at verða við henda dagin.

Tit, ið ynskja at stuðla tiltakinum, eru eisini vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Virksemið hjá ÍSB er økt munandi seinastu árini, vónandi fer henda postiva gongdin at halda áfram, so talið á íðkandi økist. Okkara vón er at tit, ítróttafólk, foreldur, vinir og onnur taka væl undir við tiltakinum.

Tit fáa samband við okkum á telefon 31 79 75 og 21 79 75 ella á isb@isb.fo