VÆLKOMIN!

Stuðulsrenning

Leygardagin 31. oktober savnaðust fleiri ítróttafólk hjá ÍSB á Tórsbreyt kl 14.00, tey vóru nemliga við í stuðulsrenningini hjá ÍSB. Fólk vóru komin heilt úr Hvannasundi og sunnan av Sandi hendan dagin at renna, umframt ítróttafólk úr miðstaðarøkinum. Hóast veðrið var heldur ivasamt við regni, so løgdu tey til brots og runnu í 1/2 tíma.

Ymiskt var, hvussu langt bleiv runnið og gingið, men øll royndu sítt besta. Eisini foreldur og onnur avvarandi vóru við henda dagin, og tey hildu seg ikki aftur, men fóru stroks á Tórsbreyt henda regndag í oktober.

Eftir renningina vórðu øll boðin oman í ÍSF-húsið til ein góðan bita og prát. Myndir frá degnum síggjast her

Vit vilja her nýta høvið at takka øllum, ítróttafólki, foreldrum og tykkum, ið hava stuðlað. Eina tøkk til SENTA fyri farteldu, ið er vinningurin í stuðulsrenningini.

Drigið verður í komandi viku, tvs í viku 41. Vinnarin fær boðini og tað verður eisini kunngjørt á heimasíðu okkara.