VÆLKOMIN!

Suðuroyar Sparikassi stuðlar barna- og ungdómsdegnum

Í  fleiri ár hevur Ítróttasambandið fyri brekað skipað fyri einum barna- og ungdómsdegi Í Havn. Men vit vilja gjarna røkka longur út. Síðsta heyst skipaðu vit fyri einum tílíkum degi á Toftum. 20 februar er ætlanin at hava ein tílíkan dag í Suðuroy. Tiltakið verður í nýggja skúladeplinum í Hovi kl 12.00. 

Barna- og ungdómsdagurin ber dám av ítrótti sum ítriv. Her fáa børn og ung, ið bera brek, høvi at hittast og íðka ítrótt. Tey ungu spæla saman og skipað verður fyri smærri kappingum o.t. Eisini sleppa tey at royna boccia, ið serliga er ætlað fólki, ið bera brek.

Høvi verður hjá foreldrum at hoyra meira um tilboð, sum ÍSB hevur til børn og ung. Eisini fer ein heilsufrøðingur at greiða frá ágóðanum við at røra seg og íðka ítrótt.

Barna- og ungdómsdagurin er ætlaður at eggja teimum ungu at íðka ítrótt. Og tað er gleðiligt, at fleiri av teimum halda áfram við venjingum og luttaka í kappingum, sum ÍSB skipar fyri.

ÍSB vónar, at nógv fara at taka undir við hesum tiltaki, og at øll fara at fáa ein góðan, virknan og hugnaligan dag saman.

Tað er, sum sagt, Suðuroyar Sparikassi, ið stuðlar tiltakinum.