VÆLKOMIN!

Svanur skipar fyri Eik-cup

Eins og undanfarin ár skipar Svanur fyri Eik-cup og kappingin verður á Eiði. Svanur sigur á heimasíðuni at kappast verður í  boccia og í 5-kampi.

Ein fjølbroytt og spennandi skrá er gjørd fyri dagin, byrjað verður kl 13.00 og tiltakið endar kl 17.45. Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu fer at seta tiltakið og so fara kappingarnar í gongd.

Tey, ið ynskja at luttaka verða vinarliga biðin at boða frá luttøku á svanur@svanur.fo

Á heimasíðuni hjá Svani ber til at lesa meira um tiltakið, og hon sæst HER