VÆLKOMIN!

Svimjikapping í Klaksvík

Sunnudagin var árliga jólakappingin í svimjing hjá ÍSB í Klaksvík. Yvir 20 svimjarar luttóku, og fleiri áskoðarar høvdu leitað sær til Klaksvíkar henda dagin.

Jógvan Skorheim, vararborgarstjóri í Klaksvík, setti kappinginam, hann ynskti øllum góða eydnu við kappingini.  

Svimjararnir umboðaðu ítróttafelagið Svan í Eystuoynni og svimjifelagið Ægir í Klaksvík. Eisini vóru svimjarar úr Havn. Tað sást týðuliga, at ítróttafólkini høvdu vant nógv, tí nærum øll settu persónlig met í kappingini.

10 ára gamla Krista Mørkøre, sum hevur umboðað Føroyar í altjóða kappingum, setti fleiri persónlig met. Í greinini 50 m frí, setti Krista persónlig met við tíðini 39,39. Hon luttók eisini í 50 m rygg, bringu og firvald.

Aplonina Justesen (Ægir) vann gull í greinini 50 m frí við tíðini 35,53. Krista Mørkøre (ÆGIR) kom á 2. pláss við tíðini 39,39 og á 3. pláss kom Halla Poulsen (SVANUR) við tíðini 47,51

Robert Poulsen úr Havn var skjótasti drongur á 50 m teininum í frísvimjing. Hann kom inn við tíðini  38,18, sum eisini er eitt persónligt met. Júst í Túni kom á annað pláss við tíðini 38,42 og á triðja pláss kom Eivind Toftegaard við tíðini 39,16.

ÍSB fegnast um tey góðu avrikini og um at alt fleiri ung, ið bera brek, vilja íðka ítrótt.

Úrslit frá kappingini eru at síggja her

Myndir eru at síggja her