VÆLKOMIN!

Theodor Esmar og Dánial Jákup vunnu á Ólavsøku

Ítróttafelagið Smæran skipaði fyri boccia-kapping í góðveðrinum Ólavsøkudag. Fleiri fólk høvdu leitað sær undir Bryggjubakka henda dagin at fylgja við í kappingini.

Kappast varð í tveimum bólkum: Menningartarnað og Rørslutarnað. Og úrslitið gjørdist, at Theodor Esmar Hansen (Svanur) vann í bólkinum menningartarnað. Nr 2 gjørdist Meiken Olsen (Smæran) og Unn Mortensen (Smæran) kom á triðja plássið.

Dánial Jákup Djurhus (Svanur) vann í bólkinum rørslutarnað og Martin Kristoffer Kristiansen (Svanur) gjørdist nr 2.