Tíðindaskriv
Sir Phil Craven, sum er forseti í IPC og nevndarlimur í IOC, vitjar í Føroyum og hevur tíðindafund
Leygardagin 10. apríl eru 30 ár síðan ÍSB (Ítróttasamband fyri Brekað) varð sett á stovn.
Leygardagin 10. apríl eru 30 ár síðan ÍSB (Ítróttasamband fyri Brekað) varð sett á stovn.Í hesum sambandi verður fundur í Nord HIF (Nordisk Handicap Idrætsforbund), har ið Føroyar seinastu trý árini hevur havt formannin og skrivaran.
Við á fundinum eru umboð úr hinum Norðurlondunum.
ÍSB hevur somuleiðis boðið forsetanum í IPC (International Paralympic Committee), Sir Phil Craven úr Onglandi og forsetanum í EPC (European Paralympic Committee), John Petterson úr Danmark at verða við til hátíðarhaldið, sum verður staðfest við døgurða leygarkvøldið.
Umframt at vera forseti í IPC er Phil Craven eisini nevndarlimur í IOC (International Olympic Committee), og hann fer á vitjan síni í Føroyum at hava fund við leiðslu ÍSFs og løgmann Kaj Leo Johannesen .
Fjølmiðlarnir hava møguleika at hitta Craven og seta spurningar á tíðindafundi, sum verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 9. apríl kl. 9.30 fyrrapartin.










