VÆLKOMIN!

Tilmelding til árligu jólasvimjikappingina

Aftur í ár kunnu vit bjóða tykkum til árligu jólasvimjikappingina

Kappingin verður í høllini í Gundadali, mikudagin 27. november kl 17.00  

Kappast verður í 3 bólkum:

Bólkur:  1, vaksnir (15 ár og eldri) svimjarar á byrjanarstøði og ofta klára tey ikki at svimja meira enn 25 ella 50 m.

25 m frí, gentur og dreingir

25 m rygg, gentur og dreingir

50 m frí, gentur og dreingir

50 m frí, gentur og dreingir 

Bólkur 2, kappsvimjarar, ið duga at svimja fleiri svimjigreinar og klára at svimja meir enn 50 m.

50 m frí, gentur og dreingir

100 m frí, gentur og dreingir

50 m rygg, gentur og dreingir

50 m firvald, gentur og dreingir

50 m bringu, gentur og dreingir

100 m bringu, gentur og dreingir 

Bólkur 3, børn, 14 ár og yngri

25 m frí, gentur og dreingir

25 m rygg, gentur og dreingir

50 m frí, gentur og dreingir

50 m rygg, gentur og dreingir

Svimjarar, ið svimja í bólki 1, kunnu ikki kappast í hinum bólkunum.

 Svimjarar í bólki 3 kunnu ikki luttaka í bólki 1

 Svimjarar í bólki 2 kunnu eisini kappast í bólki 3, treytað av at tey eru 14 ár ella yngri, men tey kunnu ikki kappast tvær ferðir í somu grein og á sama teini.

Svimjarar í bólki 3 kunnu eisini luttaka í bólki 2.

Kappingar, har bert ein ella tvær tilmeldingar eru, verða lagdar saman við somu kapping hjá mótsatta kyni. Er bert ein tilmelding í eini kapping hjá báðum kynunum, verður kappingin avlýst.

Heiðursmerki
Heiðursmerki verða handað til nr 1, 2 og 3

Tilmelding

Melda til og gjald við at trýsta her

 

Freistin at melda til er mánadagin,  25. november kl 2300

Tit upplýsa navn og evt. tilmeldingartíð á svimjara  og seta flugubein í  kappingina, tit ynskja at luttaka í.

Kostnaður
Luttøkugjaldið er  kr 50,-  og verður goldið umvegis heimasíðuna www.isb.fo (um tú ikki fær goldið við gjaldskorti kanst tu venda tær til skrivstovuna tel 217975)

Stuðul
Svimjarar, sum hava tørv á hjálp í umklæðingarrúminum og til upphiting, mugu hava hjálpara við.

Svimjararnir fáa frukt, og okkurt drekkandi.


VÆLKOMIN