VÆLKOMIN!

Tilmeldingin til kvøldskúlan

Tilmeldingin til Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla er frá 7. til 14. september og hon fer fram umvegis http://www.kvoldskulin.fo/.

Sum nakað nýtt, so skal gjaldast við tilmelding. Tað ber ikki til at ringja, faksa ella maila tilmeldingarnar inn.

Fyri tey, sum eru í bólki 8000-8900 "fólk, ið bera brek" verður peningurin fluttur á konto í EIK 9181 164 30 63. Viðmerkjast skal navn og bústaður hjá næminginum. Kostnaðurin er 300 kr, líka mikið hvussu nógvum skeiðum ein luttekur á.

Hava tit spurningar ella hava brúk fyri hjálp, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við kvøldskúlan tlf 30 24 72 ella ÍSB 31 75 79