VÆLKOMIN!

Tilnevn títt besta minni seinastu 25 árini, og vinn eina ferð til Rio í 2016

Tú kann nú vinna tína lívsins ferð fyri tvey til Rio í 2016,i samband við at IPC (International Paralympic Commitee) hevur 25 ár stovningardag í september.

Fyri at varpa ljós á 25 ára stovningardagin hjá IPC í september, leitar Internationala Paralympiska Commiteein (IPC) eftir besta minni frá Paralympisku rørðsluni seinastu 25 árini.

Kappingin er í tíðarskeiðnum 16. Juni- 25. Juli, og øll kunnu tilnevna besta minnið seinastu 25 árini á heimasíðuni www.ipc25.com, sum er stovnað fyri at varpa ljós á hátíðarhaldið.

Minnið kann verða alt frá Paralymsiku leikunum, verðins ella økisleikum, ella onkur onnur løta ið ikki hevur við sjálva ítróttarkappingina at gera.

Øll ið luttaka er við í ókeypis lutakasti um eina 5 daga ferð fyri tvey til Paralympisku leikirnar í Rio 2016.

Frá 29. August, fer IPC at kunngera ymisk minni, fram til nummar eitt ið verður kunngjørt 22. September 2014.