VÆLKOMIN!

Tórður er føroyameistari í borðtennis

Hósdagin 31. mars skipaði ÍSB fyri árligu FM-kappingini í borðtennis á Læraraskúlanum. 10 luttakarar vóru til kappingina og úrsltið gjørdist at Tórður Hjalt Jacobsen úr Svani vann og gjørdist harvið føroyameistari. Kristian Martin Garðalíð úr Svani vann silvur heiðursmerki meðan Unn Mortensen (Smæran) og Elvin Weihe (Svanur) komu á triðjapláss. Vit ynskja ítróttafólkunum tillukku við úrslitunum.

Myndir frá kappingini eru at síggjaHER