VÆLKOMIN!

Tórður og Dánjal Jákup føroyameistarar

ÍSB hevur skipað fyri FM í boccia, kappingin var í badmintonhøllini í Gundadali. Úrslitið gjørdist at Tórður Hjalt Jacobsen og Dánjal Jákup Djurhus gjørdust føroyameistarar í bólkunum fyri ávikast spælarar við menningartarni og rørslutarni. Báðir koma úr ítróttafelagnum Svani.

Jógvan Telling Joensen vann silvur og Jóa Ziska bronsu í bólkinum rørslutarna. Og í bólkinum fyri menningartarnað kom Meiken Olsen á 2. Pláss og Jonhard Haraldsen á 3. Pláss, tey koma bæði úr ítróttafelagnum Smæruni.

Vit takka fyri eina góða kapping og ynskja tillukku við úrslitinum.

Myndir frá kappingini síggjast HER