VÆLKOMIN!

Turid rann við Paralympiska kyndlinum

Havnakvinnan Turid Samróð greiddi frá tá hon rann við PL-faklinum í sendingini góðan morgun Føroyar.

Í sendingini greiddi hon frá hvussu hon hoyrdi um tiltakið, sum hevur til endamáls at savna pening inn til stóru leikirnir í London komandi heyst. Víðari greiddi hon frá hvussu og hví hon bleiv motiverað at renna teir 10 km.

Á heimasíðuni hjá kringvarpinum ber til at lurta eftir innslagnum, men hon kann eisini hoyrast HER.

Føroyingar vera eisini millum tey mongu ítróttafólkini tá Paralympisku Leikirnir vera settir í London 29. august. Vit vænta at kunna luttaka við 3 ítróttafólkum, og tey koma at kappast í svimjing og frælsum ítrótti