VÆLKOMIN!

Tvey nýggj fólk í nevndini hjá ÍSB

Mikudagin 19.03.2014 kl 19.00 var árligi aðalfundurin hjá ÍSB hilidin í kantinuni í svimjihøllini.
Aðalfundurin var beint eftir Skemman Open svimjikappingina, og vóru eini 80-90 fólk savnaði. 

Á skránni var m.a. val av nevndarlimum, og var nevndin styrkt við tveimum limum afturat, soleiðis talan nú er um eina 5-manna nevnd.

Jóhan Samuelsen og Jón á Steig stóðu fyri vali, og tóku teir báðir við afturvali.
Afturat teimum blivu Hans Harryson og Tóra Norðgerð vald inn.

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi.