VÆLKOMIN!

Unified 5-a-side kapping


10. september kl 18 verður Unified 5-a-side kapping á Tórsvølli.

Unified merkir at ein við menningartarni hevur ein Unified partnara (ið ikki hevur menningartarn) og at hesir spæla á sama liði.
Tað kann verða ein vinur, ein skúlafelagi, ein stuðul eitt foreldur ella annað.

Hetta er fyrstu ferð vit royna Unified í Føroyum, og vóna vit at undirtøkan verður góð.
Stuttligt er tað í hvussu er.

Tað er ikki neyðugt at melda eitt heilt lið til, bert ein við menningartarni saman við einum partnara.

Melda til á isb@isb.fo í seinasta lagi týsdagin 8. september.

Tiltakið er ókeypis.

ÍSB og FSF