VÆLKOMIN!

Unn Mortensen vann borðtenniskappingina

Hósdagin 18 mars var árliga FM kappingin í borðtennis.

Kappingin var í fimleikahøllini á Læraraskúlanum.  Unn Mortensen vann gull. Elvin Weihe úr Svani kom á annað plássið meðan Theodor Esmar Hansen og Valdemar Elias Dam, báðir úr ítróttafelagnum Svani, komu á triðja plássið.

Venjingin í borðtennis er liðug fyri í ár, men farið verður í gongd aftur komandi heyst.

Myndir frá kappingini verða at síggja her