VÆLKOMIN!

Unn Mortensen vann

Í vikuskiftinum var jólakappingin í boccia í badmintonhøllini í Havn.  Jákup Strøm, leiðari í Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla setti kappingina, áðrenn farið var í gongd við at spæla.
Fyrst vóru innleiðandi umførini  á skránni, kappast var í 8 ymiskum bólkum.  Tveir spælarar úr hvørjum bólki komu víðari til endaumførini.  Úrslitið gjørdist at Unn Mortensen (Smæran)vann kappingina, Meiken Olsen  (Smæran) kom á annað plássið og Ester Maria Poulsen (Smæran) vann bronsu eftir at hon vann bronsudystin móti Elvini Weihe úr Svani.

 Vit ynskja teimum tillukku við úrslitinum

Ítróttafólk úr Svani lovaðu at til FM-kappingina, sum verður komandi vár, skulu boccia-spælarar úr Smæruni vænta sær harða kapping um heiðursplássini. Og vit gleða okkum til eina spennandi kapping um føroyameistarheitið í boccia 2012.

Myndir frá kappingini síggjast HER