VÆLKOMIN!

Unn vann borðtenniskappingina

Borðtenniskappingin ið skuldi verða fyri Jól var sum kunnugt avgreidd seinasta hósdag.
Kappingin var skipað sum ein øll-ímóti-øllum kapping, har 2 stig vóru fyri vunnan dyst.
Fimm luttakarar høvdu meldað til, og fekk Unn fulla úrtøku við 8 stigum.
Nummar tvey var Ísak við 6 stigum.
Elvin og Valdemar vóru javnir við hvør sínum tveimum stigum, men av tí at Valdemar hevði vunnið eitt sett meira enn Elvin fekk hann heiðursmerki fyri triðja pláss.
Sostatt gjørdust Elvin og Theodor Esmar ávíkavist nummar 4 og 5.

Vit ynksja teimum hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum, og takka fyri eina góða kapping.

ÍSB