VÆLKOMIN!

Úrslit frá árligu jólakappingini í Boccia

KvinnurÁrliga jólakappingin í boccia varð leikt leygardagin í Klaksvík. Hóast kappast varð í Klaksvík, so var bert tann eini luttakarin úr Klaksvík. Tað var Andor Mýri. Hann leikti væl og náddi í fjórðingsfinaluna. Allir hinir menninir vóru úr Svani.
Tí vann Svanur alt hjá monnunum. Nummar eitt gjørdist René Lið Thomsen. Hann hevur verið millum fremstu boccialeikarar í fleiri ár. Nummar tvey gjørdist Theodor Esmar Hansen. Hann vann Boccia Grand Prix kappingina í vár, so hann  má metast at vera ein sera støðugur leikari. Ísak Hansen gjørdist nummar trý. Hann hevur ment seg nógv sum boccialeikari seinastu tíðina.
Hjá Kvinnum vóru tríggir luttakarar úr Smæruni, og tað var júst ein leikari úr Smæruni, sum vann kappingina. Unn Mortensen leikti sum ein brandur og vann allar sínar dystir. Nummar tvey gjørdist Joanna Poulsen. Hon byrjaði heldur trilvandi, men menti seg gjøgnum kappingina og náddi heilt í finaluna. Har mátti hon  lúta fyri stórleikandi Unn Mortensen. Nummar trý gjørdist Meiken Olsen úr Smæruni.
Allar hesar tríggjar vóru við á landsliðnum, sum leikti í Onglandi í summar.

Næsta bocciakapping hjá ÌSB er FM í vár.
Tann kappingin er sett at vera í ítróttahøllini í Runavík. Men har verður umvælt og bygt uppí, og sera ivasamt er, um høllin verður klár til kappingina.
Tí mugu øll fylgja við inni á heimasíðuni.

ÍSB takkar luttakarum, dómarum og áskoðarum fyri eina frálíka kapping, og gleða vit okkum at síggja tykkum til FM í vár.