VÆLKOMIN!

Úrslit frá borðtenniskappingini

Hósdagin 4.12.2014 var fyrsta boðrtenniskappingin hetta kvøldskúlaárið.

5 luttakarar høvd meldað til hesuferð, og var spenningur um hvør mundi fara at vinna, nú tað hevur verið so tætt, serliga ímillum Unn og Ísak seinastu ferðirnar.

Tað var tó Unn ið dróg longra stráið, og við einum sigri á Ísaki í seinum sera tøttum dysti ið endaði 2-1 til Unn, kundi hon leggja seg á odda í kappingini.

Úrslitið gjørdist sostatt.

Nr 1. Unn við 8 stigum

Nr 2. Ísakur við 6 stigum

Nr 3. Elvin við 4 stigum

Nr. 4 Theodor Esmar við 2 stigum

Nr. 5 Valdemar við 0 stigum.

 

Vit takka fyri eina sera góða og spennandi kapping, og ynskja Unn hjartaliga til lukku við sigrinum.