VÆLKOMIN!

Úrslit frá FM í Boccia

Leygardagin var FM kappingin í Boccia fyri rørðslutarnað og fyri menningartarnað spælt í Løkshøll í Runavík.

Umleið 30 luttakarar høvdu meldað til, og gekk kappingin uppá stás í frálíku hølunum.

Kári Jacobsen formaður í trivnaðarnevndini í Runavík setti kappingina við einari frálíkari røðu, og leiðarin fyri kvøldskúlan, Ingvard Lamhauge, handaði heiðursmerkini.

Einans tveir luttakarar vóru í bólkinum fyri rørðsutarn, og vann Dánial Jákup Djurhus ein spennandi dyst ímóti Petur Martin Sivertsen.

Í bólkinum fyri menningartarn vóru fleiri luttakarar, og tá komið var í finaluumfarið var greitt at Svanur fór at taka alt í bólkinum hjá monnum. Tað vóru nevniliga bert umboð fyri Svani í semifinaluni.

Hjá kvinnum var nærum beint øvugt, har 3 av semifinalistum vóru Smæruluttakarar.

 Tá alt kom til alt gjørdist úrslitið soleiðis.

Menn:

nr. 1 Rene
nr. 2 Tórður
nr. 3 Valdemar 
Allir frá Svani

Kvinnur:

nr. 1 Meiken
nr. 2 Herdis
nr. 3 Unn
Allar frá Smæruni

Vit teimum hjartaliga til lukku við heiðursmerkjunum, og takka fyri góða hjálp til kappingina.

Myndir frá kappingini verða lagdar út seinni.