VÆLKOMIN!

Úrslit frá FM í svimjing

 

 

Mikudagin 1. apríl kl. 17.30 fór  føroyameistaraskapið í svimjing hjá ÍSB av bakkastokki í svimjihøllini í Gundadali í Havn. Heili 36 svimjarar luttóku og er hetta nógv tað størsta luttakaratalið nakrantíð. Eisini var áskoðarafjøldin stór og megnaðu teir mongu áskoðarnir veruliga at seta dám á eina spennandi kapping.

Kappast varð í 8 ymiskum kappingum, gentur og dreingir hvør sær. Svomið varð eftir Special Olympics skipanini, har hvør riðil, ið er samansettur av nøkunlunda líka skjótum svimjarum, var ein finala.  Nr. 1, 2 og 3 í hvørjum riðli fingu so ávikavist gull-, silvur- og bronsuheiðursmerki.

Úrslitini við tíðum eru at finna her: ÚRSLIT

Eisini varð ársins svimjari 2009 kosin. Í ár fall valið á Ragnvald Jensen av Sandi. Hetta, tí hann hevur møtt væl til venjingar, vant miðvíst og eisini megnað at svomið seg upp millum teir bestu í heiminum í sínum bólki S14. Árið framyvir fer at geva honum nógvar avbjóðingar: 15. - 17.  mai luttekur hann í British International í Sheffield. Í summar luttekur hann, saman við Kristian Martini Garðalíð, sum venur frælsan ítrótt, í Global Games í Kjekkia. Global Games hevur savnað saman Verðinsmeistaraskapini í ymsu ítróttunum fyri menningartarnað. Soleiðis fer tað at verða tann stórsta kappingin, hann hevur luttikið í higartil.

Myndir frá kappingini verða lagdir inn seinni.

ÍSB takkar fyri eina góða og spennandi kapping.