Úrslit frá Grand Prix-kappingini
Veðrið var av tí fagrasta henda várdag í juni tá ÍSB setti ítróttafólki stevnu á Tórsbreyt. Triðja og síðsta kappingini í Frælsum ítrótti var á skránni. 56 luttakarar kappaðust í renning, kúlustoyti og longdarlopi. Sum nakað nýtt, varð eisini skipað fyri kappingum í racerunning. Luttakarar komu frá ítróttafeløgunum Svani og Smæruni, eisini vóru íðkarar úr norðoyggjum og suðuroy.
Kappingin gjørdist nakað drúgv, men lagið var gott. Spennandi var at fylgja við, tí mangan gjørdist kappingin hørð, og tætt var millum tey íðkandi. Fleiri settu persónlig met, og onkur setti eisini føroyskt met.
FK hevði latið frukt til kappingina, og tað kom væl við hjá ítróttafólkinum at fáa ein sunnan bita.
Fleiri áskoðarar høvdu eisini leitað sær niðan á Tórsbreyt, og tey settu eisini sín dám á kappingina.
Tað er landsliðsvenjarin í frælsum ítrótti, Sonni Djurhuus, ið hevur lagt kappingarnar til rættis, sum eydnaðust væl. Vit fara at taka støðu til hvussu kappingarnar skulu skipast komandi ár, tit frætta nærri um hetta.
Hava tit spurningar/viðmerkingar til frælsan ítrótt, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við landsliðsvenjaran.
Niðanfyri eru úrslitini frá renningini:
Her koma úslitini frá
Longdarlop og Kúlustoyt
Og, niðanfyri koma úrslitini frá
Racerunning
Myndir frá kappingini eru at síggja HER
.
Myndasavn
- Sparkivallarkapping á Toftum
- Fimleikur hjá Ljósinum
- Venjaraskeið
- Barna- og ungdómsdagur 2009
- EM í svimjing, setan
- Stuðulsrenning
- jólakapping í svimjing ´09
- Jólakappingin í boccia 2009
- Petra-súkklur frá Kiwanis
- Ítróttadagur í Suðuroy
- 1. Grand Prix kappingin
- FM í svimjing 2010
- FM í Boccia 2010
- Nord-HIF fundur
- 30 ára veitslan
- Á vitjan í Tinganesi
- Grand Prix kapping (2)
- Myndir frá NM í boccia
- myndir, 3. Grand Prix-kapping










