VÆLKOMIN!

Úrslit frá Hafnia Open

Í gjár var Hafnia Open, ið er FM kapping í borðtennis hjá ÍSB.

Sjey luttakarar vóru tilmeldaðir, og var lagt upp til eina spennandi kapping.
Kappingin var skipað eftir øll-ímóti-øllum leisti, og vóru stigini samantald at finna vinnararnar.

Favorittar vóru Unn Mortensen og Ísakur Hansen ið eru úttikin at umboða Føroyar í Special Olympics European Summer Games í Belgia í heyst.
Unn gjørdi bart og vann allar sínar dystir, og fekk harvið 12 stig og gullheiðursmerki.
Nummar tvey var Ísakur ið einans tapti ein dyst, og fekk silvurheiðursmerki við 10 stigum.
Nummar trý gjørdist aftur hesaferð Valdemar, ið eins og í jólakappingini, vann uppá settmun, ímóti Teodor Esmar við 6 stigum.

Hervið prógvaðu Unn og Ísakur at tey eru røttu fólkini at umboða Føroyar, og ynskja vit teimum bestu eydnu við fyrireikingunum til Special Olympic kappingina.

ÍSB takkar fyri eina góða og spennandi kapping