VÆLKOMIN!

Úrslit og myndir frá svimjikappingini

Jólakappingin í svimjing var í Klaksvík um vikuskiftið. Eini 30 svimjarar úr ítróttafeløgunum Svani og Smæruni luttóku, harafturat vóru svimjarar úr kvøld- og ungdómsskúlanum í Klaksvík og úr svimjjifeløgunum Ægir og SuSvim.

Talan var um eina sera spennandi kapping, og úrslitini gerast alsamt betur hjá okkara røsku svimjarum. Fleiri áskoðarar høvdu leitað sær til Klaksvíkar sunnudagin seinnapartin, og tey royndu tað tey kundu at heppa á teirra svimjarar.

Úrslit frá kappingini síggjast HER

Eilif Brimheim tók nakrar myndir, og tær síggjst HER.

3-2 var eisini við til kappingina, tey gjørdu eitt innslag um Kristu Mørkøre, og tað innslagið kann síggjst við at klikkja HER