VÆLKOMIN!

Úrslit úr Berlin

EM kappingin í Berlin er byrjað. Kappingin varð sett sunnudagin og mánamorgunin vóru fyrstu innleiðandi umførini. Krista Mørkøre luttók í 100 m frísvimjing, og hon kom á mál við tíðini 1.16,08. Sama dag luttók Ragnvaldur í 200 m frísvimjing, hann setti persónligt met við tíðini 2.20,39. Tað rakk ikki til nakra finalu hjá teimum báðum.

Í dag hevur Krista luttikið í 400 m frísvimjing og Ragnvald 100 m ryggsvimjing. Krista kom á mál við tíðini 5.55,40 og Ragnvald við tíðini 1.15,19, og tað var eisini eitt persónligt met hjá Ragnvaldi.

Í morgin skulu okkara ítróttafólk luttaka í 50 m frísvimjing (Krista) og 100 m bringusvimjing (Ragnvald). Vit frætta frá føroyska liðnum í Berlin, at øll hava tað gott og tey gleða seg til kappingarnar í morgin.