VÆLKOMIN!

Væleydnað jólaveitsla hjá stuðlafelagnum

Hóskvøldið 15. desember skipaði stuðlafelagið fyri árligu jólaveitsluni, sum í ár var í B36-húsinum. Gott hundrað fólk úr øllum landinum vóru við til veitsluna, og tey høvdu glett seg til enn eina jólaveitslu.

Eins og undanfarin ár, var tað Bergur Jensen, ið stóð fyri undirhaldinum. Hann skipaði fyri ymiskum kappingum og smáspølum, og tað dámdu teimum væl. Harmonikumennirnir settu sum vanligt ein serligan dám á veitsluna, tá teir spældu undir til felagssangin.  Talir vóru eisini á skránni, onkur ítróttafólk takkaðu fyri farna ár, og nýttu høvi at ynskja øllum eini gleðilig jól.

Stuðlafelagið er ein av dyggastu stuðlunum hjá sersambandinum, og tær eiga stóra tøkk uppiborið fyri tað stóra arbeiðið, ið tær gera. Hvørt týskvøld skipar stuðlafelagið fyri bingo í B36-húsinum, har øll eru vælkomin.

Vit takka øllum fyri eina sera góða veitslu

Myndir frá veitsluni síggjast HER