VÆLKOMIN!

Væleydnað tiltak hjá Smæruni

Ítróttafelagið Smæran skipaði fyri einum familjutiltaki sunnudagin 15. apríl á skúlanum á Løgmannabreyt. Felagið skrivar á heimasíðu síni:

Ein deiligur dagur er við at halla; og fyrsta og størsta tiltak er fari afturvið borðinum; og ikki kann sigast annað enn, at tað var óluksáliga væleydna!
Um eini 100 fólk(í minsta lagi) høvdu leita seg niðan í Skúlan á Løgmannabreyt. Har var høvi at spæla mini-golf, blása-píl, curling, boccia, v.m.
Ein serlig tøkk skal ljóða til Sofus(formannin) fyri megnar avrik av golf-bana, o.ø; eisini til orkestrið Ælabogan, Annika Olsen-hon setti eisini sín serliga dám á hetta tiltak. Til øllum tykkum, ið hava lagt orku í hetta tiltak & Smæruna eiga rós uppiborið! Og ikki minst at gloyma okkara limir og tey, í koma aðrastaðni frá – tøkk til tykkum!
Vit gleðast, at kunna gleða okkum við okkara kæru!
Við Smæru-kvøðu Nevndin. :)

Myndir frá degnum síggjast HER