VÆLKOMIN!

Væleydnaður dagur

Leygardagin 26 september møttus eini 20 ung í nýggja og snotiliga skúlanum á Toftum. Tey sluppu at royna seg í frælsum ítrótti og boccia. Foreldrini vórðu eisini bjóðaði við. Meðan tey ungu spældu, vóru  foreldrini til ein fyrlestur. Marjun í Jákupsstovu greiddi frá um týdningin av rørslu, meðan Tóra Ø. Hansen upplýsti um tiltøk og kappingar, ið ÍSB skipar fyri.

Foreldrini sluppu eisini at royna seg í boccia og hetta bleiv ein rættuliga spennnandi kapping. Tað sást, at bæði børnini  og foreldur teirra huganaðu sær saman henda dagin. Myndir frá degnum eru at síggja her

Nevndin í ÍSB hevur sett eina ítróttanevnd, sum m.a. skipar fyri tí árliga barna- og ungdómsdegnum. Í nevndini sita Rannvá Jacobsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Wenzel Olsen og Tóra Ø. Hansen.