VÆLKOMIN!

Valdemar vann í bocciakapping hjá Svani

Ítróttafelagið Svanur skrivar á heimasíðuni www.svanur.fo:

Týskvøldið var annað umfar í Grand Prixkappingini í boccia spælt í skúlanum við Løkin. Undirtøkan hevur ofta verið góð, eini 25 leikarar. Men týskvøldið møttu einans 11 leikarar upp, helst orsakað av verkfallinum hjá pedagogfelagnum. Men kappingin var góð og spennandi.
Tá komið var til hálvfinalurnar, vóru Valdemar, Elvin, Beinta og Asbjørn, sum høvdu klárað seg best. Dystin um triðja plássið vann Elvin móti Asbirni. Sjálv finalan var millum Beintu, sum vann kappingina í 2010, og Valdemar, sum lá á odda undan hesum umfarinum. Dysturin var sera javnur og spennandi og endaði við javnleiki. Tí máttu brotskøst til, og her dróg Valdmar longra stráið og vann samanlagt. Hann hevur tí lagt sjógv millum seg og hinar luttakararnar. Nummar tvey er hin finalisturin, Beinta Sørensen.