VÆLKOMIN!

FM í frælsum ítrótti

 

 

BROYTING

Vegna ov lítla undirtøku verður føroyameistaraskapið í frælsum ítrótti, ið átti at vera í morgin 15. apríl kl.15, útsett til komandi mikudag 22. apríl kl. 15 á Svangaskarði.

"Mikudagin tann 22. apríl skipar ÍSB fyri føroyameistaraskapinum í frælsum ítrótti á Svangaskarði á Toftum.
Kappingin er fyri øll, ið hava hug at luttaka. Tað er einki krav um, at tú/tit hava gingið regluliga til venjingar í frælsum ítrótti.
Kappingin byrjar kl. 15.00.

Kappast verður í hesum disiplinum:

1.    100 m, kvinnur
2.    200 m, kvinnur
3.    400 m, kvinnur 
4.    Longdarlop, kvinnur
5.    Kúlustoyt, kvinnur
6.    100 m, menn
7.    200 m, menn
8.    400 m, menn
9.    800 m, menn
10. Longdarlop, menn
11. Kúlustoyt, menn

Tit kunnu melda tykkum innan 21. apríl við at ringja til ÍSB tlf. 317579 ella fartelefon: 217975. teldupost: halla@isb.fo
Tit skulu upplýsa navn/nøvn á íðkara og nummar á kapping/um tit ynskja at luttaka í.
Heiðursmerki verða handað til nr. 1, 2 og 3.

Vinarliga
ÍSB