VÆLKOMIN!

Venjaraskeið í Bocce

 

 

2. til 5. apríl skipaði Special Olympics fyri einum skeiði í Bocce, sum er eitt øðrvísi slag av boccia, nemliga tað, ið verður leikt til Special Olympics kappingar. ÍSB valdi at senda Dan Lamhauge, sum hevur nógvar royndir í boccia, bæði her heima og til stórar kappingar. Skeiðið fór fram í Lodi, Italia. Frágreiðing frá skeiðnum er at síggja niðanfyri. Skrivað hevur Dan Lamhauge.

Boccevenjaraskeið í Lodi, Italia, í døgunum 2. til 5. apríl 2009

Tá mær stóð í boði at fara á bocceskeið, tók eg alt fyri eitt av tilboðnum. Føli meg at hava manglað eitt tílíkt. Hesaferð gekk so leiðin til Lodi, ein býur beint eystan fyri Milano í Norðuritalia.
Ferðin til Lodi gekk sum eftir ánni, og tá eg kom á flogvøllin Malpensa, stóð fólk fyri mær og øllum hinum, sum vóru komin á skeiðið umvegis hendan flogvøllin.
Vit koyrdu síðani til Lodi, ein góður tími at koyra, kekkaðu inn á eitt kanska miðal gott hotel og fóru so beint til eina høll, har kappingin, EM í bocce, varð hildin.

Skeiðið var bygt soleiðis upp,at vit frá kl. 9:30 á morgni til kl. 16-17 seinnapartin fylgdu kappingini, dømingini, taktikki og teknikki hjá leikarum frá ymsum londum. Frá kl. 17 var fyrilestur, og vit fingu høvi at seta spurningar v.v. onkrum av omanfyri nevndu.
Samstundis sum kappingin var, fingu vit høvi til at reika runt um alla høllina og fylgja øllum stigunum í eini tílíkari kapping, síggja teldurúmið, har øll kappingin verður stýrd frá, síggja Staging umráðið og annars alt. Tí vóru eisini fleiri spurningar, tá so fyrilestrarnir vóru fyri.

Bocce

Sjálvt spælið, bocce, er ikki boccia! Tað er nakað vit mugu fyrireika at fáa til Føroyar, um vit ætla okkum at gera okkum galdandi til kappingar uttanlands. Nyttar ikki at fara til stórar kappingar í eini ítrótt, sum vit als ikki íðka í Føroyum.
Prinsippini eru tó tey somu, við at royna at koma so nær málkúluni sum gjørligt. Men spælt verður við hørðum kúlum á einum undirlagi, sum minnir um teppi frá 70-unum og við eini timburrammu rundan um. Sostatt fer kúlan ongantíð út. Vøllurin er 18 metrar langur og 3,6 metar breiður. Alt hetta kann man lesa um í reglugerðini fyri spælið.

Tað, sum vit so noyðast at gera, er, at fáa gjørt 2 vallir. Síðurnar skulu gerast soleiðis, at tær kunnu takast sundur, so møguleiki er at flyta vøllin í passaligum stykkjum. Eg havi hugsað nakað um, hvussu vit fáa hetta gjørt. Kanska vit, ÍSB ella SO Faroes, kundu keypt tilfarið, nakrar fineraðar plátur og skrúvur, og so latið einari handverksbreyt í onkrum 10. flokki í Føroyum gjørt hetta sum eina verkætlan. Ella tekniska skúla í Havn ella Klaksvík.
Verri er at finna passandi teppi. Men tað skal nokk lata seg gera. Tey mugu vera í einari longd, og tá gerast tey tung at arbeiða við.

Kúlurnar skulu vit sum so ikki hugsa so nógv um. Vit fingu nemliga 2 sett hvør at taka heim við sum gávu. Men trupulleikin í mínum føri var, at settini viga knapt 8 kilo hvørt, so eg royndi at taka nakrar kúlur við sum handviðføri. Men tað gekk ikki gjøgnum passkontroll, so 4 kúlur liggja hjá einum vinmanni í Luksenburg, sum var so vinarligur at taka tær fyri meg. So eg havi bara eitt sett við heim. Boccesett kunnu bara bíleggjast úr Italia, http://www.perfetta.it/

Og so havi eg bundið meg til at halda skeið, so at fleiri fáa venjaraútbúgving í bocce. Men eg haldi, at vit fyrst mugu fáa vallirnar at rigga.

Sum heild eitt útmerkað skeið, har vit lærdu spælið at kenna, búðu væl hóast slett onki luksus, og maturin var framúr góður.

Dan Lamhauge