VÆLKOMIN!

Venjaraskeið

Ítróttasamband Føroya bjóðar barna- og ungdómsvenjarum og hjálparum til skeið. Skeiðið verður í Tofta skúla fríggjadagin 18 september og leygardagin 19. september.

Tað er danin Ulrik Hartman Balle, ið kemur at undirvísa. Ulrik hevur í fleiri ár hildið venjaraskeið hjá Dansk idrætsforbund (DIF). Skeiðið, sum verður á Toftum, er ein partur av venjaraútbúgvingini, sum DIF bjóðar sínum venjarum og hjálparum. 

Hetta er ikki fyrstu ferð at Ulrik heldur skeið í Føroyum. Hann hevði eisini eitt skeið í fjør, har eisini venjarar hjá ÍSB luttóku. Tey hildu skeiðið vera sera áhugavert, og tað gav íblástur til dagligu venjarauppgávurnar.

Ert tú venjari/kvøldskúlalærari/hjálpari, og hevur hetta tín áhuga, so set teg í samband við Tóru tlf 31 75 79 ella fartelefon 21 79 75 og hoyr nærri. Plássið er avmarkað, so nú ræður um at gera skjótt av!!!

Tú kanst eisini lesa meira um skeiðið á heimasíðuni hjá ÍSF