VÆLKOMIN!

Venjaraskeið

ÍSF hevur í heyst skipað fyri venjaraskeiðum. Venjarar hjá ÍSB og ítróttafelagnum Svani hava luttikið á hesum skeiðum.

Um vikuskiftið 18. og 19. september varð skeiðið hildið í skúlanum á Toftum. Luttakarnir vóru væl nøgdir við skeiðið, sum bæði var teoretist og praktist.

"Tað var eitt gevandi skeið, og vit vóru samd um at hetta gava íblástur til dagligu venjarauppgávurnar í feløgunum". Søgdu luttakarnir um skeiðið, sum danin Ulrik Balle helt.

Myndir frá skeiðnum eru at síggja her