VÆLKOMIN!

Vetrakapping í svimjing 2016

Smæran bjóðar til vetrakapping í svimjing 2016

Kappingin verður í svimjihøllini í Gundadali, mikudagin 17. februar kl 17.15 

Tilmeldingin fer fram á
e-post: smaeran@gmail.com

Freistin er leygardagin 13.feb.

 Kappingar:
 1. 50 m bringu, gentur
 2. 50 m bringu, dreingir
 3. 25 m rygg, gentur
 4. 25 m rygg, dreingir
 5. 50 m frí, gentur
 6. 50 m frí, dreingir
 7. 50 m rygg, gentur
 8. 50 m rygg, dreingir
 9. 25 m frí, gentur
10. 25 m frí, dreingir

Kapping 3, 4 og 9 og 10 eru einans fyri børn, 12 ár og yngri, og onnur,
ið ikki klára at svimja longur enn 25 m

 Við tilmelding, vinarliga fyll tilmeldingarskjalið út og send tað til smaeran@gmail.com
Heiðursmerki verða handað til nr 1, 2 og 3. Allar kappingarnar eru beinleiðis finalur, og hvørt heat er ein finala.

Kappingar, har bert ein ella tvær tilmeldingar eru, verða lagdar saman við somu kapping hjá mótsatta kyni.
Er bert ein tilmelding í eini kapping hjá báðum kynunum, verður kappingin avlýst.

Svimjarar, sum hava tørv á hjálp í umklæðingarrúminum og til upphiting, mugu hava hjálpara við.