VÆLKOMIN!

Vetrarkapping í borðtennis

 

Vetrarkappingin í borðtennis, sum upprunaliga skuldi vera í desembur, men varð avlýst vegna veður, hevur verið í dag.

7 luttakarar møttu og vóru hesi deildir í tveir bólkar. Sum siður er, varð lutakastið skipað saman við luttakarunum, so at tey sjálv sluppu at trekkja eitt navn og eitt tal. Bólkarnir blivu mannaðir soleiðis:

 

Bólkur 1                       Bólkur 2

Elvin                              Ísak

Theodor Esmar           Jan

Frank                           Valdemar

Unn

Í bólki 1 leiktu tey eina ferð móti hvørjum øðrum og í bólki 2, varð leikt tvær ferðir. Unn og Ísak høvdu vunnu allar sínar dystir í bólkaspælinum og vóru sostatt klár at leika finaluna.

Tann unga kempan, Ísak, stóð ikki fyri smashum og tekniskum snildum frá legenduni Unn, og tá avtornaði vann Unn dystin 2-0 við settmuni á 11-6 og 12-10.

Sum siður er til borðtenniskappingar hjá ÍSB, so fingu Theodor Esmar og Valdemar hvør sína bronsu, uttan at hava leikt dystin.

ISB takkar fyri enn eina góða kapping og góða hjálp frá Hans Fróða Jensen.

Myndir frá kappingini síggjast HER

Skrivað hevur Jóhan Tummasson Lervig