VÆLKOMIN!

Vetrarkapping

Ísb skipar fyri árligu vetrarkappingini í boccia leygardagin 12. februar kl 13.00

Kappingin verður í Badmintonhøllini í Havn, og áhuga kunnu melda seg til kappingina á tlf 31 75 79 ella við at senda e-post til isb@isb.fo

Øll kunnu luttaka í kappingini, sum er skipað á tann hátt at kappast  verður í tveimum høvuðssbólkum: Spælarar við rørslutarni í einum bólki og tey við menningartarni í einum bólki

Vælkomin í badmintonhøllina leygardagin 12. februar