VÆLKOMIN!

Vetrarkappingin í boccia

Leygardagin 13 februar møttust ung og eldri til dyst í badmintonhøllini í Havn. ÍSB skipaði henda dagin fyri árligu vetrarkappingini í boccia. Fólk høvdu glett seg til kappingina og høvdu vant bæði nógv og væl.

 Kappast var í trimum bólkum, rørslutarnað, menningartarnað og FM-bólkur, menningartarnað.

Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í badmintonhøllina henda dagin. Ítróttafólkini, ið vóru eini 40 í talið, vóru sera spent at sleppa í gongd við kappingina. Tóra Ø. Hansen bjóðaði vælkomin og Dan Lamhauge greiddi frá hvussu kappingin varð skipað. Síðan fóru ítróttafólkini í gongd við innleiðandi umfarið, síðani hálvfinalurnar og at enda finalur. Tað var spennandi at fylgja við í dystunum, tí kappingin var hørð og mangan var spenningur líka til síðsta kast.

Úrslitin vóru hesi:

Rørslutarnað:

Nr. 1                  Jógvan Telling Joensen

Nr. 2                  Martin Kristoffur Christiansen, Svanur

Nr. 3                  Marius Johansen

Nr. 4                  Jóa Ziska

Nr. 5                  Dánjal Jákup Djurhus, Svanur

Menningartarnað, FM

Innleiðandi bólkur A

Nr. 1                  Jonhard Haraldsen

Nr. 2                  Valdemar Dam

Nr. 3                  Elvin Weihe

Nr. 4                  René Thomsen

Innleiðandi bólkur B

Nr. 1                  Theodor Esmar Hansen

Nr. 2                  Øssur Gudmundarson

Nr. 3                  Unn Mortensen

Nr. 4                  Joanna Poulsen (rykkir niður)

Endaumfar:

Nr. 1                  Theodor Esmar Hansen, Svanur

Nr. 2                  Jonhard Haraldsen

Nr. 3                  Øssur Gudmundarson

Nr. 4                  Valdemar Dam, Svanur

 

Menningartarnað, opin bólkur.

Nr. 1                  Meiken Olsen 

Nr. 2                  Elin Løkin, Svanur  

Nr. 3                  Jacob Jacobsen, Svanur

Nr. 4                  Annfinn Jacobsen, Svanur