VÆLKOMIN!

VM í svimjing er av

Ragnvald Jensen hevur luttikið í HM í svimjing. Kappingin var í Hollandi, í býnum Eindhoven. Ragnvald luttók í trimum kappingum 100 m rygg, 200 m frísvimjing og 100 m bringusvimjing.

Fyrsta kappingin á skránni var 100 m ryggsvimjing, føroyski svimjarin svam á geil 2 í 3.riðli. Ragnvald hevði tilmeldingartíðina 1.16,86, í kappingini í Eindhoven fekk hann tíðina 1.17,13, hetta rakk ikki til nakað finalupláss. Næst á skránni var 200 m frí, har Ragnvald fekk tíðina 2.24,0.

Spenningur var um triðju og síðstu kappingina, sum var 100 m bringu. Hetta er yndisgreinin hjá honum. Men hann gjørdist akkurát ov stuttur til eitt finalupláss. Ragnvald fekk tíðina 1.17,75, tilmeldingartíðin var 1.15,4.

Umframt Ragnvald, var venjari hansara úr svimjifelagnum Flot, Beinir Danielsen og Halla Weihe Reinert við á ferðini.

Hóast úrslitini ikki vóru av teimum bestu, var talan um eina stórsligna og vælskipaða kapping. Sagt verður, at alt gekk eftir ætlan uttan stórvegis seinkingar.

Felagsskapurin IPC- International Paralympic Committee skipaði fyri stóru HM kappingini í Hollandi. Talan var um sterkastu svimjarar við tarni í heiminum, ið luttóku í kappingini.