VÆLKOMIN!

Ymisk úrslit

Kappingin í Athen er í gongd, og øll okkara ítróttafólk hava nú kappast. Og tað hevur heild gingið væl, onkur fegnast um persónlig met og sigrar, meðan onnur kundu hugsað sær, at tað gekk betur. Men øll royna sítt besta og geva ikki upp, frætta vit úr Athen. Niðanfyri eru úrslitini  fyri hvørja ítróttagrein:

Frælsur ítróttur

Tórður Hjalt Jacobsen og Júst í Túni hava luttikið í 200 m renning í innleiðandi umfarinum. Tórður kom á mál við tíðini 27,50 sek, sum eisini er persónligt met. Júst kom á mál við tíðini 27,83. Tórður hevur eisini luttikið í kappingini 100 m renning, og í innleiðandi umfarinum kom ungi vábingurin á mál við tíðini 12,91 sek.

Júst hevur luttikið í finaluni á 400 m teininum, men her gekk ikki sum ætlað hjá Júst, hann kom illa frá startinum, men kom tó mál við tíðini 59,38 sek, og fekk harvið eitt 7. pláss.

Rannvá Strøm og Meiken Olsen hava luttikið í 100 m renning, og í innleiðandi umfarinum kom Rannvá á mál við tíðini 16,18 sek og Meiken 17,54 sek. Tær báðar hava eisini runnið 200 m í innleiðandi umførunum Meikan fekk tíðina  35,64 sek og Rannvá 34,05 sek, báðar settu persónlig met.

Svimjing

Allir okkara svimjarar hava luttikið í innleiðandi umførunum, og onkrar finalur eru longu avgreiddar. Heidi Eliasen vann bronsu í 50 m ryggsvimjing, hon kom á mál við tíðini 46,75 sek, sum er góð 3 sek betri enn hennara besta tíð á teininum. Í finaluni í 50 frísvimjing var Heidi so óheppin, at hon misti svimjibrillurnar, hon kláraði sostatt ikki at seta persónligt met í kappingini, sum hon annars hevði ætlað. Eisini Súsanna Johannesen hevur staðið seg væl í svimjikappingini, hon vann bronsu í 100 m frísvimjing.

Eisini Robert Poulsen og Eivindur Toftegaard hava kappast í dag, teir luttóku í innleiðandi umfarinum í  greinini 50 m frísvimjing. Tíðin vísti 32,02 sek, tá Robert kom á mál, og 37,28 sek var tíðin hjá Eivindi. Á 100 m teininum í frísvimjing vann Robert gull í sínum bólki við tíðini 1.11,14, og Eivindur kom á sjeynda pláss í sínum bólki við tíðini 1.23,02

Boccia

Føroyska liðið vann silvur í liðkappingini. Í finaluni spældi føroyska liðið móti Sri Lanka, Pakistan kom á triðja  pláss. Kappingarnar halda fram í boccia, har føroysku spælararnir luttaka í einstaklinga kapppingunum

Eftir fjórða dagin á Special Olympics leikunum, er støðan tann at Føroyar hava vunnið fýra heiðursmerki, eitt gull-, eitt silvur- og tvey bronsuheiðursmerki. Harafturat hava tey sett fleiri persónlig met.

Úrslit frá fríggjadegi 1. juli:

Special Olympics:  3 gull og  2 bronsa til Føroyar í dag

Tað gongst væl hjá føroysku ítróttafólkunum í Athen, Í dag hava tey vunnið trý gullheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki. Og harafturat settu ungu føroysku ítróttafólkini 6 persónlig met.

René Líð Thomsen gjørdist vinnari í boccia fyri einstaklingar. Vit frætta úr Athen, at talan var um ein rættiliga spennandi finalu. Tá dysturin var liðugur, stóð á jøvnum, so farið var undir eykaumfarið, sum eisini  endaði  javnt.  Dysturin bleiv avgjørdur við straffikøstum, og har var René tann sterkasti, og vann dystin og gullið. Theodor Esmar Hansen luttók eisini í hesi kapping, men hann megnaði ikki at spæla seg til endaspølini.

Í svimjihøllini var eisini spenningur um heiðurspláss og tíðir. Eivindur Toftegaard og Robert Poulsen kappaðust í 50 m frísvimjing í finaluni. Teir settu báðir persónligt met, Eivindur við tíðini 36,65 sek og Robert við 31,93 sek. Robert varð fyrstur á mál í sínum bólki og vann harvið gull, Eivindur kom á fjórða pláss.

Tórður Hjalt Jacobsen og Júst í Túni, sum luttaka í frælsum ítrótti, hava staðið seg sera væl. Báðir settu persónlig met á 200 m teininum í dag: Tórður við tíðini 26,55 sek og Júst við 26,58 sek,  hetta rakk til eitt fjórðapláss hjá Júst, og Tórður vann bronsu í kappingini. Tær báðar Meiken og Rannvá hava eisini kappast í dag, talan var um finaluna á 100 m teininum. Meiken kom á mál sum nummar trý við tíðini 16,97 sek, meðan Rannvá vann gull við tíðini 16,01 sek. Báðar settu persónlig met.

Kappingarnar í Athen eru lidnar. Og síðsta kappingardagin megnaðu føroysku ítróttafólkini at vinna fleiri heiðursmerki.

Svimjararnir vunnu gull í stafettini 4x50 m frí og so hava genturnar kappast í 200 m renning, har vann Rannvá eina bronsu og Meiken kom á 6. Pláss. Tórður Hjalt Jacobsen vann silvur í 100 m renning, hann rann teinin upp á 12.67 sek. Bocciaspælararnir hava eisini staðið seg væl, dreingirnir vunnu silvur í double í gjár.

Samanlagt hava Føroyar vunnið 5 gullheiðursmerki, 3 silvurheiðursmerki og 5 bronsuheiðursmerki til leikirnar í Athen

Vit ynskja teimum tillukku við frálíku úrslitunum.