Svimjikapping í Klaksvík
Sunnudagin var árliga jólakappingin í svimjing hjá ÍSB í Klaksvík. Yvir 20 svimjarar luttóku, og fleiri áskoðarar høvdu leitað sær til Klaksvíkar henda dagin.
Jógvan Skorheim, vararborgarstjóri í Klaksvík, setti kappinginam, hann ynskti øllum góða eydnu við kappingini.
Svimjararnir umboðaðu ítróttafelagið Svan í Eystuoynni og svimjifelagið Ægir í Klaksvík. Eisini vóru svimjarar úr Havn. Tað sást týðuliga, at ítróttafólkini høvdu vant nógv, tí nærum øll settu persónlig met í kappingini.
10 ára gamla Krista Mørkøre, sum hevur umboðað Føroyar í altjóða kappingum, setti fleiri persónlig met. Í greinini 50 m frí, setti Krista persónlig met við tíðini 39,39. Hon luttók eisini í 50 m rygg, bringu og firvald.
Aplonina Justesen (Ægir) vann gull í greinini 50 m frí við tíðini 35,53. Krista Mørkøre (ÆGIR) kom á 2. pláss við tíðini 39,39 og á 3. pláss kom Halla Poulsen (SVANUR) við tíðini 47,51
Robert Poulsen úr Havn var skjótasti drongur á 50 m teininum í frísvimjing. Hann kom inn við tíðini 38,18, sum eisini er eitt persónligt met. Júst í Túni kom á annað pláss við tíðini 38,42 og á triðja pláss kom Eivind Toftegaard við tíðini 39,16.
ÍSB fegnast um tey góðu avrikini og um at alt fleiri ung, ið bera brek, vilja íðka ítrótt.
Úrslit frá kappingini eru at síggja her
Myndir eru at síggja her
Myndasavn
- Barnadagurin 2008
- NM - boccia 2008
- Jólasvimjikappingin 2008
- Jólakapping í fr. ítrótti 2008
- Sparkivallarkapping á Toftum
- Fimleikur hjá Ljósinum
- Venjaraskeið
- Barna- og ungdómsdagur 2009
- EM í svimjing, setan
- Stuðulsrenning
- jólakapping í svimjing ´09
- Jólakappingin í boccia 2009
- Petra-súkklur frá Kiwanis
- Ítróttadagur í Suðuroy
Kalendari
| «2010»Í dag«Mar» | ||||||
| 1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 |
| 8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 |
| 15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 |
| 22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 |
| 29 | 30 | 31 | ||||
| M | T | M | H | F | L | S |
Sponsorar
Slóðir
Innanlanda
- Ítróttafelagið Svanur
- Ítróttasamband Føroya
- Meginfelag teirra brekaðu
- Javni
- Blindastovnurin
- Deyvafelagið
Nlsk. sambondini fyri brekað
Altjóða sambond













